Innanlands

Tað gongur uppeftir hjá Klintra

Eigararnir fingu góðar tríggjar milliónir í vinningsbýti í fjør

Jógvan K. Glerfoss, stjóri í Klintra (Savnsmynd: Finnur Justinussen)

Jógvan K. Glerfoss, stjóri í Klintra (Savnsmynd: Finnur Justinussen)

2019-02-18 16:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bruttovinning upp á knappar 5 milliónir krónur tað fyrsta árið til góðar 9 milliónir tað næsta til góðar 13 milliónir tað triðja. Og ein vinning eftir skatt á ávikavist 1,2 milliónir, 1,9 og 3,5 milliónir.

Jú, tað hevur gingið við rúkandi ferð uppeftir í smápartafelagnum Klintra síðan tað varð stovnað í mars 2016.

Triðja roknskaparár hjá felagnum vísir eitt avlop upp á 4,3 milliónir fyri skatt og 3,5 milliónir tá tað almenna hevði fingið sítt.

Harvið megnar Spf. Klintra eisini at rinda út 3,1 milliónir aftur til eigararnar í vinningsbýti. Tey bæði fyrstu árini var vinningsbýtið ávikavist 1,9 og 1,6 milliónir krónur, tilsamans 6,6 milliónir upp á trý tey fyrstu árini.

Klintra er ein modernað kt-fyritøka við bústaði í Havn, sum veitir kt-loysnir til vinnulívið og serliga til almennu umsitingina. Ein av stóru uppgávunum í løtuni er, saman við Føroya Tele, at menna talgilda samleikan í sambandi við verkætlanina Talgildu Føroyar.

Uppgávan varð í 2017 boðin alment út, og samtakið millum Klintra og Føroya Tele bjóðaði seg at gera uppgávuna fyri 16,4 milliónir krónur. Talgildi Samleikin er ein loysn, sum skal brúkast í sambandi við eyðmerking, innritan og undirskriving hjá øllum borgarum á talgildum tænastum í framtíðini.

Klintra hevur eisini ment Aliskipanina til Heilsufrøðligu starvsstovuna, Tinglýsingarskipanina til Umhvørvisstovuna, Teyggjuna til Fiskimálaráðið og Sjóvinnustýrið, VerkGongdar- og BúskettSkipanina til Gjaldstovuna, Heildarskipanina til Trygdargrunn Fiskivinnunar, Heildarskipanina til Almannaverkið, 3V til Kommunufelagið, Crew-manningarskipanina til Skansi Offshore og HR- skipan, sum sjey av størstu arbeiðsplássunum í Føroyum hava ognað sær, upplýsir felagið sjálvt á heimasíðu síni.

Í 2018 rindaði felagið 8,6 milliónir út í starvsfólkalønum, tað er meira enn tvær milliónir meira enn árið frammanundan, enn eitt tekn um fyritøku í fúkandi vøkstri.

Stjóri í Klintra er Jógvan K. Glerfoss og nevndarformaður er Ólavur Ellefsen. Nevndarlimir eru Bogi Lenvig og Eyðun Eli Jacobsen. Hesir eru eisini allir í eigaraskaranum av felagnum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder