Tilsamans 13698 atkvøður komu í kappingini um ársins føroyska útvarpshitt 2021. Og tá avtornaði var tað lagið “Tað kundi verið eg”, sum vann við 2681 atkvøðum.
Næmingar á Skúlatrøð í Klaksvík syngja sangin, sum Steintór Rasmussen hevur yrkt. Alvin Ellebye hevur tikið upp, spælt og ljóðblandað sangin.
Hetta var kunngjørt í sendingini Góðan morgun Føroyar í morgun, og úrslitið er eisini tøkt á kvf.fo.
Á øðrum plássi var sangurin “Named”, sum Maria á Lakjuni syngur, ið fekk 1912 atkvøður.
Á triðja plássi var sangurin “Náttin var okay”, sum Herborg Torkilsdóttir hevur skrivað og syngur. Sangurin fekk 1734 atkvøður í alt.
Her er atkvøðubýtið millum teir 10 sangirnar í endaumfarinum í prosentum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald