Byrjanin av hondbóltslandsdystinum í dag varð órógvað av einum væl tilrættalagdum mótmæli móti føroyskum grindadrápi.
Júst sum dysturin skuldi byrja, vórðu tríggir reyðir bannarar rullaðir niður beint við síðuna av, har sum føroysku áskoðararnir sótu og róptu og sungu.
Tað tók eina løtu áðrenn føroyingarnir gáaðu eftir, at talan var um eitt mótmæli móti grindadrápi. Ikki fyrr enn tey sóu avlongu bannararnir, sum eisini vórðu sleptir niður á endavegginum aftan fyri málið hjá Luksemburg, kom røringur í.
Ein skipsmanning frá farmaskipinum Mykines var so mikið at sær komin, at teir bara fóru yvir og løgdu Merkini, sum teir høvdu við sær, oman yvir tann eina bannaran, so tað ikki bar til at lesa.
Tað tók eina góða løtu áðrenn umboð fyri lokala hondbóltssambandið ansaði eftir, at eitt mótmælistiltak var í gongd.
Tá ein ’official’ fór yvir til mótmælisfólkini, stillaðu tey seg fyri hann, so hann mátti leita sær hjálp frá nøkrum eftirlitsmonnum fyri at sleppa fram at og kappa mótmælini niður.
Tá var næstan eitt korter farið av dystinum.
Talan var um umboð fyri lokalu deildina hjá Sea Shepherd, upplýsir eitt umboð fyri hondbóltssambandið í Luxemburg fyri Portalinum.
- Tað vóru fólk hiðani úr Luksemburg – haldi at tey vóru eini 8-10 í tali, og tey vóru beind út úr høllini, sigur umboðið fyri Féderation Luxembourgeoise de Handball.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald