Í frágreiðing varðveitt á Tjóðskjalasavninum sigur Jens Christian Svabo, at síðst í 1700-talinum framleiddu føroyingar sjálvir fimm ymiskar litir, sum tey brúktu til at lita ullint klæðir við.
Hesir litir vóru: 1) Korkalitt, 2) reyðbrúnt, 3) kolsvart, 4) gult og 5) grønt.
Tann í fjølmiðlunum nógv umrødda troyggjan frá fyrst í 1800-talinum, ið er í varðveitslu hjá The National Archives í Bretlandi, hevur nú fingið eyka umrøðu, orsaka av misskiljing um lit.
Í hesum sambandi hevur Tjóðskjalasavnið verið á goymslum sínum, fyri at vita, um okkurt er um føroyska liting av ull um sama mundið. Í kendu kanningini hjá Svabo fann Tjóðsavnið nakað um evnið.
Í 1781-82 gjørdi Jens Christian Svabo, eftir boðum frá donskum myndugleikum, kanningar í Føroyum. Burtur úr hesum kanningum, og kanningum, sum Nicolai Mohr gjørdi 1776-79, skrivaði Svabo eina longri frágreiðing um Føroyar, undir heitinum ’Indberetninger indhentede paa en Allernaadigst befalet Reise i Færøe 1781 og 1782’. Frágreiðingin á umleið 1500 hondskrivaðar síður, býtt í sjey hefti, viðgerð nærum øll viðurskifti viðvíkjandi Føroyum, bæði náttúru- og mentanarfyribrigdi.
Svabo lat danska Rentukamarinum endaligu frágreiðingina í 1789. Seinni varð frágreiðingin latin danska Ríkisskjalasavninum í varðveitslu, men síðani 2007 hevur Tjóðskjalasavnið havt tey sjey heftini hjá Svabo í varðveitslu.
Undir heitinum ‘Om Farver’ (s. 522-544) viðgerð Svabo, hvussu teir fimm litirnir, sum hann kallar ’(…) indenlandske Farver i Færøe (…)’, verða framleiddir. Tey brúktu m.a. mosa, urtir, blómur o.a., at fáa litir úr. Okkurt litingarevni fór beinleiðis í pottin, saman við ullini, meðan annað litingarevni skuldi viðgerast, t.d. turkast, áðrenn tað varð lagt saman við ullini at kóka. Sumt skuldi kókast stutt, annað leingi. Okkurt skuldi kókast eina ferð, meðan annað skuldi kókast fleiri ferðir, áðrenn litingin var endalig.
Sjálvt um talan einans var um fimm litir: korkalitt, reyðbrúnt, kolsvart, gult og grønt, so bar í ávísan mun til at broyta litirnar eitt sindur undir framleiðsluni. Nevnast kann, at Svabo í sambandi við reyðbrúna litin m.a. sigur: “Naar det koger, bruger nogle at komme lidt Pis deri, som skal gjøre Farven mørkere.”
Aftast í hefti III hevur Svabo sett inn 36 litroyndir. Litroyndir nr. 1-5 eru teir upprunaligu føroysku litirnir, sum eru “(...) farvede af Bonde-Koner i Færøe (...)”. Allar hinar litroyndirnar (nr. 6-36) eru somu litirnir, sum Svabo onkursvegna hevur gjørt royndir við, m.a. fyri at royna bindindi (‘bestandighed’) teirra.
Í 1959 varð frágreiðing Svabos skrivað av, og givin út á prenti. Hon er umleið 500 síður, harav slakar 420 síður eru avskriftin av teimum sjey heftunum.
Tað var ’Selskabet til udgivelse af færøske kildeskrifter og studier’, sum gav bókina út.
Við prentaðu bókini frá 1959 gjørdist Svabo’sa frágreiðing atkomulig fyri almenninginum í fullum líki, men upprunaliga frágreiðingin, við upprunaligu litiroyndunum, finst einans á Tjóðskjalasavninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald