Innanlands

Tænasturnar á Vanganum fevna nú um 43.300 føroyingar

Níggju kommunur eru lagdar afturat hesa vikuna, og Talgildu Føroyar boðar frá, at 15 kommunu nú bjóða borgarum sínum ymiskar tænastur á Vanganum

2023-02-02 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er eitt gott samstarv millum kommunurnar, KT veitararnar og Talgildu Føroyar, ið ger, at tað nú er møguligt m.a. at søkja um byggiloyvi, mentanarstuðul og flyting hjá kommunum um landið.

Soleiðis skrivar Talgildu Føroyar á heimasíðu sínari í samband við, at tað nú á Kyndilsmessu eru 15 kommunur, sum nýta Vangan til tænastur og møguleikar fyri borgarar sínar.

Talgildu Føroyar skrivar víðari, at tørvurin hjá ymsu kommunum oftast er hin sami, og at ein av stóru fyrimununum við felags menning er, at nógv kann endurnýtast. Sostatt kann stórt gagn fáast úr samstarvinum, bæði fíggjarliga og tøkniliga. 

- Fyri Fugloyar kommunu er tað umráðandi at verða partur av einum alt meiri talgildum samfelag. Sjálvt um kommunan er tann minsta í landinum og møguliga øllum kongaríkinum, so vilja vit stremba eftir at veita borgarum okkara eina góða tænastu. Somuleiðis er tað okkara fatan, at eitt víttfevnandi talgilt samstarv frameftir kann verða við til at økja um trivnaðin fyri borgaran og kommununa sum heild, 

Hetta sigur Símun Gullaksen úr Fugloyar kommunu, sum eisini er komin á Vangan. Tænasturnar fevna harvið víða og um samanlagt 43.300 føroyingar.

Í Talgildu Føroyum fegnast tey eisini um góða samstarvið við kommunurnar, og farið er longu undir at menna enn fleiri tænastur, ið skjótt verða tøkar á Vanganum, sum varð tikin í nýtslu fyri góðum tveimum árum síðani.

- Visjónin er, at tú, uttan mun til, hvar í Føroyum tú býrt, hevur atgongd til somu tænastur á Vanganum, har øll atlit eru tikin til brúkaravinsemi og trygd.

Sum nú er hava 21 av teimum 29 kommununum samstarsavtalu við Talgildu Føroyar, og 15 kommunur eru á Vanganum. Tær eru: Fugloyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna, Kunoyar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Eysturkommuna, Runavíkar kommuna, Sjóvar kommuna, Eiðis kommuna, Sunda kommuna, Sørvágs kommuna, Tórshavnar kommuna, Kvívíkar kommuna, Vestmanna kommuna og Skúvoyar kommuna.

Fuglafjarðar kommuna er ein av kommununum, sum í hesari vikuni er komin á vangan - hetta við sjey ymiskum tænastum, skrivar fuglafjordur.fo.

Seks kommunur koma á Vangan seinni í ár, upplýsir Talgildu Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder