Í 2021 stóðu tænastuvinnurnar fyri meginpartinum av virðisøkingini í Føroyum.
Tað kemur fram í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022.
Hagstovan ger upp bruttovirðisøkingina í Føroyum, og í 2021 stóðu tilfeingisvinnurnar fyri 16 prosentum av bruttovirðisøkingini, framleiðsluvinnurnar fyri 21 prosentum og tænastuvinnurnar fyri heili 63 prosentum av bruttovirðisøkingini.
Myndin niðanfyri vísir virðisøkingina í búskapinum býtt á vinnugreinar. Tilfeingisvinnurnar undir einum koma við 16 prosentum av samlaðu virðisskapanini í Føroyum. Býtt á vinnugreinar, stavar 10 prosent av virðisøkingini frá fiskiveiðu og 6 prosent frá aling.
Framleiðsluvinnurnar undir einum koma við 21 prosent av virðisskapanini, til dømis kemur byggivinnan við 7 prosentum av samlaðu virðisøkingini.
Heili 63 prosent av virðisøkingini stavar frá tænastuvinnunum, har eitt nú søla-, gisti- og matstovuvinnan kemur við 11 prosentum til samlaðu virðisskapanina í føroyska búskapinum.
Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald