2018-07-09 01:02

Higartil er tað eydnast at fáa fýra av teimum tólv thailendsku dreingjunum út úr einum helli í norður Tailandi, har teir hava verið innibyrgdir í tvær vikur.
Ein lítil steðgur er nú í stóra bjargingarátakinum og fyrireikingar verða gjørdar við millum annað ilttangum fyri at fara í gongd aftur. Eftir ætlan verður farið í gongd aftur klokkan 2 í nátt føroyska tíð, skrivar tv2.dk.
Holan er fýra kilometrar lang, og tað er torført hjá dreingjunum at sleppa út. Fleiri staðni er holan undir í vatni, og tí skal kavaraútgerð brúkast.
Mynd: TV2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald