Uttanlands

Tailand: Fyrrverandi forsætisráðharrin fongslaður

Thaksin Shinawatra vendur heim eftir 17 ár í útlegd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-08-22 10:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Tailandi, Thaksin Shinawatra, er vendur aftur til heimland sítt eftur 17 ár í útlegd.

74 ára gamli telekom-milliardingurin varð koyrdur frá við eitt hernaðarkvetti í 2006 og er síðan dømdur fleiri ferðir, hóast hann ikki hevur verið staddur í landinum.

Thaksin varð handtikin beinanvegin, sum hann kom til Tailands, og skal nú sita ein átta ára fongsulsdóm.

Tanksin hevur lovað at virða rættarviðgerðina, hóast hann heldur upp á, at talan er um dómar, sum eru politiskt motiveraðir.

Fleiri hundrað viðhaldsfólk, sokallaðu reyðskjúrturnar, vóru komin til Don Muang flogvøllin í Bangkok fyri at taka ímóti honum, tá hann lendi.

Thaksin kom heim bert nakrar fáar tímar undan, at dóttir hansara, andstøðuleiðarin Paetongtarn Shinawatras og flokkur hennara, Pheu Thai, skulu royna at skipa nýggja samgongustjórn í Tailandi. 

[object Object]
Viðhaldsfólk tóku ímóti við flogvøllin (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder