
Tailendski herurin hevur sent F-16 flogfør í luftina eftir at ein ósemja er uppstaðin við grannalandið Kambodja.
Sambært herinum hevur flogfarið longu skotið eftir og rakt hernaðarligt mál, sigur Richa Suksuwanon, talsfólk hjá herinum sambært Reuters tíðindastovuni.
Ósemja hevur í fleiri ár verið millum tey bæði londini um eitt felags markaøki, sum tey kalla ‘Smaragdtríhirningin’.
Ósemjan tók dik á seg í mai, tá ein hermaður úr Kambodja varð dripin.
Kambodja og Tailand skuldsega hvønn annan fyri at vera orsøk til hendingina, tá hermaðurin doyði.
Tailand hevur nú stongt øll markaliðini til Kambodja, londini hava kallað síni sendifólk heim, teilandingar verða bidnir um at rýma úr Kambodja og nakrir skúlar nærhendis markið eru fyribils latnir aftur, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald