Uttanlands

Tailand: Stjórnarleiðarin settur frá fyribils

Ein dómstólur heldur, at Paetongtarn Shinawatra hevur brotið landsins grundlóg

Paetongtarn Shinawatra hevur góðtikið avgerðina um at sseta hana frá fyribils (Mynd: EPA)

Paetongtarn Shinawatra hevur góðtikið avgerðina um at sseta hana frá fyribils (Mynd: EPA)

2025-07-01 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein grundlógardómsstólur hevur sett stjórnarleiðaran í Tailandi, Paetongtarn Shinawatra, frá fyri eina tíð, skrivar AFP tíðindastovan. Tað merkir, at hon fyribils ikki kann røkja embætið sum statsministari. Hetta orsaka av ákærum um brot á landsins grundlóg.

Shinawatra hevur góðtikið avgerðina hjá dómstólinum. Suriya Jungrungreangkit verður tí virkandi statsministari í landinum.

Í Bangkok hava verið stórar mótmælisgongur móti forsætisráðkvinnuni. Tey kravdu, at Paetongtarn Shinawatra skuldi leggja frá sær.

Orsøkin til stóru mótmælini er ein telefonsamrøða, sum tailendska forsætiskvinnan herfyri hevði við fyrrverandi leiðaran í Kambodja, Hun Sen.

Upptøkur av samrøðuni eru liknar út til almenningin. Samtalan var ein roynd at loysa eitt marknastríð, sum er millum grannalondini.

Tað er serliga tað, at Paetongtarn undir samrøðuni tiltalaði Hun Sen sum ‘gubba’ (‘uncle’), og í sama viðfangi lýsti ein av tailendsku herovastunum sum ‘mótstøðumann’, ið hevur elvt til ógvusligu mótmælini. 

[object Object]
Stórar mótmælisgongur móti stjórnarleiðaranum hava verið í Bangkok


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder