2018-07-24 12:21
Meginparturin av tailendsku dreingjunum, sum spæla við Wild Boars, og vóru innibyrgdir í Tham Luang-hellinum, flyta í dag í klostur. Hetta er vanligur siður í Tailandi, tá ein hevur verið fyri einari traumatiskari hending.
Í klostrinum fara teir at klippa alt hárið, og skulu í morgin luttaka í einari kjóla-hátíðarhaldi, har teir verða innlimaðir í klostri. Dreingirnir skulu verða í klostrinum í níggju dagar, skrivar DR. Venjari teirra, verður gjørdur til munkur.
Ein av dreingjunum á liðinum verður ikki partur av hesum, tí at hann hoyrir til kristnu trúnna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald