2019-01-14 10:16
Farið verður aftur í dag at leita eftir eysturríkska ferðamanninum, sum hevur verið horvin í Fugloy síðan fríggjadagin.
Í morgun hava partarnir í leitingini sitið á fundi og viðgjørt støðuna.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur við Portalin, at avgerð er tikin um at taka leitingina uppaftur í dag, men enn ber ikki til at siga, hvussu umfatandi leitingin er.
Ætlanin er at senda tyrlu avstað at leita, men støða er ikki tikin til, um fólk til gongu verður sent avstað eisini, sigur vakthavandi.
Arbeiðið skal skipast saman við veðurfrøðingum og í tøttum samstarvi við MRCC, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald