Innanlands

Takdúkurin á ítróttahøllini loysnaður

Arbeitt verður fyri at bjarga tekjuni og forða fyri, at skaðin gerst størri

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-08 15:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólk frá sløkkiliðnum og handverkarar arbeiða í løtuni við at bjarga stóru tekjuni á ítróttahøllini á Hálsi í Havn.

Ein stórur partur av dúkinum er loysnaður og liggur og bleiktrar í vindinum.

Tað var um middagsleitið, at tey varnaðust, at okkurt var galið við tekjuni.

Tað snýr sum tann eystara partin av tekjuni, longst suðureftir – í eldra endanum av høllini. Øll tekjan varð skift út í sambandi við stóru umvælingina herfyri, og í hesum sambandi var tekjan skift út.

Nú er tað eitt serligt slag av dúki, sum liggur oman á tekjuni.

Men sogið á síðuni, ið vendir burtur frá ættini hevur verið so mikið stórt, at tað hevur skrætt dúkin leysan, ið annars er væl og virðiliga festur.

Fólk frá sløkkiliðnum komu skjótt á staðið og fóru undir arbeiðið at forða fyri, at skaðin gerst størri. Hetta verður eitt nú gjørt við at leggja eina nót oman á tekjuna, upplýsir Bergur Olsen frá teknisku fyrisitingini hjá Tórshavnar kommunu.

Fyritøkan, sum stóð fyri arbeiðinum at umbyggja høllina, Búsetur, hevur eisini sent handverkarar at hjálpa, og fólk eru eisini komin frá takleggjarafyritøkuni, sum hevði undirarbeiðið at leggja takið á.

- Nú vóna vit bert, at skaðin ikki gerst størri, sigur Bergur Olsen. 

Suðurendin á høllini er avbyrgdur í løtuni, men enn verður íðkað og vant innandura. Ítróttafólkini ganga inn í norðara endanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder