2018-09-17 15:46
TAKS fer at søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi at sleppa í Hægstarætt við málinum ímóti eigarunum av Pf. Varðanum.
Tað skrivar heimasíðan hjá Taks.
- TAKS metir framvegis, at niðurstøðan í málinum eigur at vera ein onnur. Rættarstøðan á økinum er harumframt ógreið, og TAKS metir sum myndugleiki, at tað er skylda stovnsins at vera við til at fáa greiðu á støðuni.
- Tí søkja vit um loyvi at sleppa at royna málið í Hægstarætti, skrivar taks.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald