Innanlands

Talan um soloóhapp í Hvannasundstunnlinum í gjár

Brot á politiviðtøkuna, full fólk vórðu koyrd heim, og ein tarvur gekk leysur í Suðuroynni

2019-03-16 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan kring landið hevði ymiskar uppgávur í gjárkvøldið og í nátt.

Í gjárkvøldið var steðgur í ferðsluni í Hvannasundstunnlinum eina løtu. Orsøkin var, at ein bilur var farin uppá tvørs, og stóð fastur í smala tunnlinum. Talan var um eitt soloóhapp, har eingin persónskaði var.

Les eisini: Lítið ferðsluóhapp i Hvannasundstunlinum

Ymsastaðni kring landið vóru full fólk til ampa, har løgreglan var noydd at koyra tey til hús ella aðrastaðni at sova rúsin av sær. Í Havn var eisini ein støða við húsaófriði, har løgreglan kom á staðið.

Beint uttanfyri MC Barr í Saltangará gjørdist ein maður frá sær sjálvum. Hann órógvaði so mikið, at hann varð skuldsettur fyri brot á politiviðtøkuna. 

Mest serstaka støðan í gjárkvøldið, var tá ein stórur tarvur gekk leysur á vegnum millum Lopra og Vág. Hann gjørdi nakað um seg, tá bilar nærkaðust, so akførini kundu ikki koma framvið. Løgreglan fekk fatur á teimum, ið eiga tarvin, og tey komu á staðið og fingu skil á støðuna.

Vakthavandi upplýsir eisini, at MRCC tríggar ferðir noyddist út hjálpa bátum. Tveir høvdu trupulleikar við motorinum og ein við róðrinum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder