placeholder
Innanlands

Talgild kort til borgaran í Sunda kommunu

Millum annað sæst hvør eigur hegnskyldu

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-02-08 06:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú ber til hjá borgarum í Sunda kommunu at síggja býarplanina fyri allar bygdirnar í kommununi. Tekniska umsiting hevur í eina tíð arbeitt við, at fáa býarplanin lagdan inn á eitt talgilt kort. Hetta arbeiðið er nú liðugt.

Á kortinum sæst býarplanurin fyri allar bygdir í Sunda kommunu umframt yvirlit yvir hvør eigur hegnskyldu, skrivar kommunan. Ætlanin er, at fleiri tænastur sum frá líður koma at liggja á hesi síðu.

Býarplanurin sæst á sunda.kort.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder