Uttanlands

Talið á andlátum í Italia farið uppum 29.000

Italia er tað landið í Evropa, sum hevur staðfest flest andlát í sambandi við koronasmittuni, og í øllum heiminum er tað bert USA, sum hevur staðfest fleiri andlát

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-05-04 18:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á fólki, sum eru skrásett deyð við COVID-19 í Italia eru nú farið uppum 29.000, eftir at 195 eru løgd afturat seinasta samdøgrið, upplýsa landsins myndugleikar.

Talið á nýggjum andlátum er ein lítil hækking í mun til undanfarna samdøgrið, har talið var 174. Talið í gjár var eisini tað lægsta síðan 10. mars. Les meira her.

Tilsamans 29.079 hava nú latið lív í Italia, har 211.938 eru staðfest smittað við COVID-19. 82.879 eru staðfest frísk aftur.

Italia er eitt av teimum londunum, sum er harðast rakt av smittuni. Bert USA og Spania hava staðfest fleiri smittutilburðir.

Tá hugt verður eftir samlaða talinum á andlátum, hevur Italia staðfest fleiri andlát enn nakað annað land í Evropa, og í øllum heiminum er tað bert USA, sum hevur skrásett fleiri.

Italia hevur verið afturlatið seinastu tveir mánaðirnar orsakað av smittuni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder