Uttanlands

Talið á døgum við ógvusligum hita tvífaldað síðan 80ini

Seinastu áratíggjuni er tað komið oftari og oftari fyri, at hitin er farin uppá 50 hitastig

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2021-09-15 21:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árliga talið á døgum við ógvusligum hita, sum kemur upp á 50 hitastig ella meira, er tvífaldað síðan 1980ini. Hesir dagar koma eisini fyri í fleiri pørtum av heiminum enn áður, og hava teir við sær stórar avbjóðingar fyri heilsu og livikor hjá fólki, vísir ein altjóða greining, sum BBC hevur gjørt.

Hvørt áratíggju síðan 1980 er talið á døgum, har hitin kemur uppum 50 hitastig, økt. Í miðal hava verið uml. 14 dagar í árunum millum 1980 og 2009, har hitin hevur verið so ógvusligur.

Í tíðarskeiðnum 2010 – 2019 var talið komið uppá 26 dagar. Í sama tíðarskeiði øktist árliga talið á døgum við yvir 45 hitastigum eisini við tveimum vikum.

– Hetta  er 100 prosent orsakað lívrunnum brennievni, sigur Friedrike Otto, stjóri fyri Environmental Change Institute, University of Oxford.

Amerikanski veðurmyndugleikin, Noaa sigur eisini, at juli í ár var tann heitasti mánaðurin, sum tey høvdu skrásett í 142 ár. Í miðal lá hitin um allan heimin á 15,77 stig í juli, ið er 0,01 stig heitari enn í juli í fjør, sum tá eisini setti hitamet.

Sambært Ritzau er tó ósemja um, hvørt talan var um eitt hitamet í juli ella ei. Evropeiska veðurlagstænastan sigur, at juli 2021 var triðheitasti mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur í heiminum. Tað er tó einki óvanligt í, at munur er millum veðurmátingar hjá ymsu stovnunum.

Fráboðanin frá Noaa kemur stutt eftir, at ST almannakunngjørdi eina nýggja veðurlagsfrágreiðing. Har er niðurstøðan, at nógvar veðurlagsbroytingar eru menniskjaskaptar.

Sambært frágreiðingini fer hitin at halda fram at økast í minsta lagi til við eru komin til miðjuna av 21. øld. Hetta óansæð hvussu nógv útlátið av vakstrarhúsgassum verður avmarkað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder