Uttanlands

Talið av deyðum í Gaza í nátt oman fyri 400

Fýra framstandandi limir í Hamas-felagsskapinum eru millum tey, sum lógu eftirá

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-03-18 12:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmarks Radio skrivar nú, at talið av deyðum frá bumbuálopunum í Gaza í nátt er oman fyri 400. Tað hevur heilsumálaráðið í Gaza, sum Hamas-rørslan hevur ræði á, upplýst fyri Reuters.

BBC skrivar, at minst 660 fólk eru særd, og hildið verður, at nógv fleiri enn liggja undir bumbaðu húsaleuvdunum.

Fýra framstandandi Hamas-limir eru eftir øllum at døma deyðir í álopunum, skrivar New York Times frá tíðindastænastuni hjá Hamas-stjórnini.

Tveir av teimum dripnu eru Issam Daalis, sum var partur av Hamas-leiðsluni í Gaza og Bahjat Abu Sultan, leiðara fyri trygdarstovninum hjá Hamas.

Ísraelski herurin, IDF, skrivaði á X í nátt, at tey høvdu gjøgnumført eitt “umfatandi álop” á “yvirgangsmál hjá Hamas”.

Hetta skrivaðu vit fyrr í dag: Ísrael hevur bumbað Hamas-mál í nátt

(Yvirskrift rættað kl. 1304)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder