
Talið á fólkum, sum hava latið lív eftir ógvusliga avfallið í amerikanska statinum Texas er nú oman fyri hundrað, skrivar AFP tíðindastovan
Tað vísa seinastu dagføringarnar frá sýslunum fram við Guadalupe River, sum vórðu harðast rakt, tá áin floymdi yvir áarbakkarnar fríggjadagin.
Kerr County er harðast rakt við 84 deyðum – harav 27 vóru børn. Tíggju gentur frá summarleguni Camp Mystic eru enn ikki funnar.
Ávaringarnar móti vatnflóð í økinum vórðu í nátt avblástar. Men amerikanska veðurtænastan hevur tó longd serligu eftiransingina fram við áarbakkunum í økinum fram til hósdagin, skrivar NBC.
Serliga Guadalupe áin, har Camp Mystic liggur, er undir serligum eftirliti, tí her kann framvegis roknast við at áin kann fløða um áarbakkarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald