Uttanlands

Talið av yvirgangsatsóknum er minkandi

Triðja árið á rað er talið av yvirgangsatsóknum minkandi

IS kríggjar (Mynd: Information.dk)

IS kríggjar (Mynd: Information.dk)

2018-08-06 12:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

10900 yvirgangsatsóknir í 2017. Hóast talið er øgiligt, so er hetta minkandi í mun til 2016. Fyri triðja árið á rað er talið av yvirgangsatsóknum minkandi.

Í teimum 10900 yvirgangsatsóknunum í fjør, lótu heili 18.448 sivil fólk lív. Umframt hesi lótu 8075 yvirgangsfólk lív. Árið frammanundan vóru 13488 álop, har 22400 sivil lótu lív, vísa tøl frá Global Terrorism Database, sum granskingarbólkurin START á Maryland University í USA eigur.

Flestar yvirgangsatsóknir vóru í 2014, tá 17000 álop kravdu 45000 lív. Sambært granskingarleiðaranum, er Islamiskur Statur orsøkin til høga talið í 2014. Serliga øktist talið av ógvusligum álopum, sum kravdi yvir 100 mannalív, tá Islamiskur Statur var á hæddini í 2013-2014, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder