Sløkkiliðið í Havn hevur nú fingið tamarhald á eldsbrunan í Bilrøkt beint norðan fyri kirkjugarðin úti í Havnardali. Nógvur og tjúkkur roykur stóð út úr einum framsýningarhøli hjá fyritøkuni, har bilar verða sýndir fram.
Enn veit løgreglan ikki orsøkina til eldsbrunan. Okkurt kundi bent á, at eldurin er kyknaður í einum av bilunum, men hetta hava vit ikki fingið váttað.
Nógvur roykur var eisini í hæddini í erva, og neyðugt var tí eisini at fáa stigabil til staðið fyri at sløkkiliðsfólkini kundu fáa atgongd til ta hæddina eisini.
Vegurin – nýggji vegurin út á Argjar – hevur verið stongdur, meðan sløkkiarbeiðið er farið fram. Á politistøðini frættist, at tey rokna við at lata vegin upp aftyr fyri almennari ferðslu skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald