Innanlands

Tann innstillaði tók ikki av starvinum á Tvøroyri

Harvið verður prestaembæti við sæti á Tvøroyri lýst leyst aftur um áleið tveir mánaðir. Fólkakirkjan boðar samstundis frá, at Hanus Pál Jógvansson nú er fast settur í embætið í Hvalba

Fimm umsóknir komu til starvið sum sóknarprestur á Tvøroyri. Nú er greitt, at annað av størvunum í Suðuroyar norðara prestagjaldi skal lýsast leyst aftur

Fimm umsóknir komu til starvið sum sóknarprestur á Tvøroyri. Nú er greitt, at annað av størvunum í Suðuroyar norðara prestagjaldi skal lýsast leyst aftur

2023-05-31 08:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Herfyri søkti Fólkakirkjan eftir tveimum sóknarprestum til Suðuroyar norðara prestagjald - ein í Hvalba og á Tvøroyri.

Í fólkakirkjuna eru tað staðbundnu kirkjuráðini, ið innstilla umsøkjara til setanir av sóknarprestum. Biskupur fylgir vanliga ynsktu innstillingini, verður staðfest á folkakirkjan.fo.

Hanus Pál Jógvansson varð sum væntað settur í embætið Hvalba. Har hevur hann í eina tíð frammanundan verið virkandi sóknarprestur.

[object Object]
Hanus Pál Jógvansson hevur her útiguðstænastu í Gundadali. Hann heldur fram í Hvalba (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fólkakirkjan boðar frá, at tað komu fimm umsóknir til starvið á Tvøroyri. Tann 10. mai - fyri tjúgu døgum síðani - innstillaðu kirkjuráðini ein umsøkjara. Hann fekk eina umhugsunartíð men eftir hana var greitt, at viðkomandi ikki valdi at taka við embætinum.

Eftir hetta er avgerð tikin um, at embætið við sæti á Tvøroyri verður leyst av nýggjum. Hetta verður væntandi gjørt um Ólavsøkuna, boðar biskupur, Jógvan Fríðriksson, frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder