Mentan

Tann Komiska Tragedian - nú eisini í Havn

Olaf Johannessen framførir einleikin í Løkshøll á páskum og í Norðurlandahúsinum í mai

2021-03-23 08:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá ið sjónleikurin ”Tann Komiska Tragedian” hjá Leikhús Skift í desember 2020 gekk í Løkshøll og Salt, varð hann sera væl móttikin av áskoðarum og ummælarum.

Nú kemur leikurin aftur í Løkshøll 3. og 5. apríl og í Norðurlandahúsinum 20., 21. og 22. mai.

“Tann Komiska Tragedian” eftir Evu Bonfanti og Yves Hundstad er einrøðuleikur við nógvum leiklutum, sum Olaf Johannessen allar spælir. Berandi eru serliga tveir leiklutir: Sjónleikarin og Rollan.

”Tann Komiska Tragedian” er at líkna við ein masterclass í sjónleiki. Sum masterclass er leikurin ein ferð í aldargamla illusiónshandverkinum: At spæla sjónleik. Samstundis viðmerkir leikurin hvat ið tað er, sum fer fram í skapaninni av “rollunum”/“leiklutunum” vit øll hava í okkara gerandislívi. Hava? Taka? Fáa?

Her, í leikinum, rennur reflektiónin yvir tað at spæla sjónleik saman við filosofiskari hugleiðing um eksistens.

Leikurin er spælandi, argandi og filosoferandi – ein kærleiksváttan til leiklistina og lívið. Hetta er ein skemtileikur har tey bæði, gaman og álvari, alla tíðina veksla hvørt um annað.

Gaman og álvari. Ljósið og myrkrið. Lívið og deyðin. Ævinleikin og tað tímiliga. Hugflogið og tað jarðbundna.

Brot úr ummælum
“tað krevur ... sum sagt ... agafasta leikstjórn og ein leikara, sum kann sína list út í odd og egg, skal ein sýning sum henda fáa flog og fynd...hetta minnir ikki sørt um vatnslitsmyndir ... ein vatnslitsmynd krevur neyv og skjót strok við penslinum ... bæði hegni og handahógv ... at mála við vatnlitum kann ofta síggja út sum var tað einki fyri og hvørsmansføri, men tað er vandasamt verk alt tað sama...eitt misstrok so er øll myndin spilt... í Løkshøll faftraði ongantíð á í sýningini...har var ein javnvág í framførsluni, eitt flog og eitt stev í henni...málaði seg inn í heilan strok fyri miðvíst strok ... og vit sótu málleysir eftir ... eg og ummælarin í mær ... tí tað sóu vit báðir ... her var tað guddómliga eingin yvirsjón ... ella barnslig miskiljing ... eingin gráhærd vara­ nakað­sum­helst eins og á Vaglinum á sinni ... hetta var tann ektaða listin ... list, ið ger mun... “
Carl Johan Jensen, Dimmalætting tann 11.12.2020

“– Og eg eri við at doyggja í látri, fer tað at vísa seg, fleiri ferðir í gjøgnum leikin. So herligt. At næstan doyggja í látri (…) – og so er tað so pínligt, og so sárt at tað fer beint inn. Heilt inn í eksistenskensluna. (…) Í løtum var tað sutt sagt sublimt“
Gunnvá Zachariassen, sjónleikari, 09.12.20 í Nón

“Her er talan um leikkynstur, leikaradisciplin, leikarahandverk og leikstjórn á sera høgum stigi. Olaf  Johannesen, sjónleikari og listamaður prógvar við hesi uppseting, hví hann telist millum tey allarbestu.
Gulla Øregaard, fyrrv. leiðari í Sjónleikarhúsinum, Facebook 06.12.2020 

Tíðindaskriv frá Leikhús SKIFT

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder