Tann skuldsetti fyri álop á Argjum er dømdur fyri morð í Póllandi

Frihedsbrevet avdúkar, at maðurin, sum er skuldsettur fyri ógvusligt álop á Argjum í apríl, er dømdur fyri morð í heimlandinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-02 06:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Maðurin sum er skuldsettur í máli um ógvusligt álop á eina kvinnu í tjúgunum síðst í apríl, er áður dømdur fyri morð í heimlandinum og hevur sitið í tíggju ár í fongsli fyri hetta.

Hetta avdúkar Frihedsbrevet.

Tann skuldsetti er í 30'unum og er úr Póllandi, og er komin til Føroya í arbeiðsørindum.

Hann situr í varðhaldi. Álopna kvinnan fekk skaðar av hendingini og varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Málið hevur ikki verið í rættinum enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder