Innanlands

Tann tíggjundi í røðini

Countryfestivalurin verður um vikuskiftið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-08 17:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta er tíggjundi Countryfestivalurin, sum sørvingar skipa fyri.

Sjálvt um festivalurin fór av bakkastokki í gjár, við tiltøkum til tey eldru, so byrjar hugnaligi og vælumtókti festivalurin av álvara í dag við Bassafestivalinum til tey smáu. Fríggjakvøld og leygarkvøld framføra høvuðsnøvnini til ársins festival.

Fríggjakvøld kl. 22 framførir Chad Brock á Dungapalli við egnum løgum og eisini við meira væl kendum coverløgum.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Leygarkvøldið verður tað Buddy Jewell úr Nashville, ið framførir á Dungapalli klokkan 22. Buddy hevur fingið stóra viðurkenning fyri sín countrytónleik í USA. Við  Grammy tilnevningum og heitinum "Ársins undirhaldari" í Country Gospel Music hevur USA av álvara tikið Buddy til sín sum yndis sangara og sangskrivara.

Hóast útlendsk nøvn, skrivar Countryfestivalurin í tíðindaskrivi, at festivalurin er fullur av góðum føroyskum nøvnum, sum øll eru spent at sleppa at spæla tónleik til festivalar aftur. Millum annað verða Hallur Joensen, Magni Christiansen, Kristina Bærendsen, Tinganest, Blátt Gras og fleiri at hoyra í Sørvági í vikuskiftinum, sum øll á sínum serstaka hátt fara framføra við góðum og frískum countrytónleiki.

Í alt verða tvey nøvn úr USA og 14 føroysk nøvn at hoyra á ársins festivali í ár.

Eisini verður skipað fyri busskoyring til Tórshavn hvørja nátt klokkan trý.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder