Innanlands

Tanum sleipaði bát til Havnar

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at ein bátur, sum var staddur uttanfyri Molan í Havn, hevði fingið maskinbrek

(Savnsmynd: Ingi Sørensen)

(Savnsmynd: Ingi Sørensen)

2021-06-30 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum tíggju í gjárkvøldið fekk MRCC eina fráboðan um, at ein smábátur hevði fingið maskinbrek, og hevði hann tí tørv á sleipi.

Báturin var staddur uttanfyri Molan í Havn, skrivar Vørn.

Rescue Tanum var sendur at hjálpa, og hálvan tíma seinni kom bjargingarbáturin á Havnina við bátinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder