Innanlands

Tarnað ferðsla í Lucas Debesargøtu

Parkeringsøkið verður stongt í umleið tveir mánaðir

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-01-11 17:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í sambandi við at arbeitt verður við tillagan av parkeringsøkinum eystanfyri Sjónleikarhúsið, verður parkeringsøkið stongt av frá mánadegnum 14. januar og umleið tveir mánaðir fram.

Haraftrat verður nakað av tungari ferðslu til parkeringsøkið, og roknast kann tí við, at ferðslan til tíðir verður nakað tarnað til Lucas Debesargøtu, boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu síni.

[object Object]

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder