Mentan

Tatt Fest verður í Norðurlandahúsinum í ár

Tattoveringsráðstevnan verður ein sorgblíð fagnaðarveitsla til minnis um stigtakaran Fjølnir Geir Bragason, sum doyði í vetur

2022-04-05 10:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir tvey koronarakt ár við nógvum tilmælum og avmarkingum, verður nú aftur skipað fyri Føroya Tatt Fest! – har møguleiki eisini verður at koma og prika seg!

Føroya Tatt Fest er einasta føroyska tattoverings ráðstevna, ið er serstøk við sínum festivalkenda dámi. Ársins Tatt Fest verður hildið í Norðurlandahúsinum í døgunum 20. til 22. mai.

Til tiltakið koma 23 tattoveringslistafólk, sum kunnu teljast millum heimsins bestu innan sítt yrki. Meginparturin av hesum listafólkunum koma uttanlands frá, og tjóðskapir teirra eru sera fjølbroyttir.

Aftur at tattovørunum verður eisini annað at uppliva. Á skránni er m.a. ein stuðulskonsert, myndlistaframsýning, fyrilestrar, handan av virðislønum til tattovørar fyri framúr avrik, og at enda frumframsýning av einum dokumentarfilmi.

Í desember 2021 andaðist stigtakarin og stovnarin av felagnum og FO Tatt Fest, íslendingurin Fjølnir Geir Bragason, betri kendur sum Fjølnir Tattoo. Ársins tatt fest verður av tí sama sera merkt av at hesin megnar maður ikki er í millum okkum longur.

Fjølnir tók stig til FO Tatt Fest saman við Palla Sch. Thorsteinsson í 2011. Í ár fyllir Tatt Fest eisini 10 ár.

- Ársins Tatt Fest verður sostatt ein sorgarblíð fagnaðarveitsla. Vit ynskja at hátíðarhalda Fjølnir og alt tað, sum hann var fyri tattoo heimin, umframt at hátíðarhalda 10 ár av Tatt Fest í Føroyum, siga fyrireikararnir.

Burtur úr umfatandi skránni kann nevnast, at fríggjadagin 20. mai kl. 17 heldur Maya Sialuk fyrilestur um inuit tattoveringar og tilhoyrandi siðaarv. Leygardagin verður fyrilestur um sjómannatattoveringar. Um kvøldið verður stuðulskonsert til frama fyri avvarandi hjá Fjølni.

Sunnudagin endar ein uppboðssøla av málningum hjá Livari Nysted, har peningurin fer óskerdur til Sinnisbata.

Afturat skránni er myndlistaframsýning í dansistovuni, og spontan innsløg kunnu eisini væntast.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder