Fiskavirkið Tavan í Leirvík hevur alsamt ment ein størri og størri markna í Svøríki. Á hvørjum ári letur virkið sild umframt nakað av brislingi og makrel til verksmiðjur á vesturstrond Svøríkis. Seinastu vertíð tók Tavan ímóti 1.000 tonsum av sild.
Men Tavan tekur eisini ímóti toska- og upsarognum, og flytir víðari út til svenska marknaðin. Talan er um risastóra fiskaframleiðaran Abba Seafood, sum brúkar rognini til tiltikna svenska viðskeran, Kalles Kaviar.
Tavan sukursaltar rognini í tunnum, sum síðan fara til høvuðskundan, sum lagrar tunnurnar í einum fjalli í Kungshamn. Eftir 12 mánaðir á goymslu fer Abba Seafood so undir víðari virking av rognunum, so tey fáa bleyta konsistensin og roykta smakkin, sum sviar eru so glaðir fyri.
Kaviar á tupum frá Kalle upp á svenskt brotbreyð er morgunmatur hjá heilt nógvum svium, og hevur verið tað síðan fimmtiárini tá fyrstu tupurnar við kaviar komu á marknaðin. Kalles Kaviar sigst vera stimbrandi og heilsugott. Tað verða framleiddar umleið 10 milliónir tupur um árið, mest til svenska marknaðin, men tupurnar eru eisini at fáa kring heimin.
Joen Magnus Rasmussen stjóri á Tavuni fegnast um, at virkið í Leirvík er góðkendur veitari av rognum til hesa serligu framleiðslu, ið setir stór krøv til viðgerð og góðsku. Joen Magnus heldur, at vit skulu stremba eftir at gera hvat gerast kann fyri at gagnnýta alt úr fiskinum, og tí vónar hann, at skip og bátar fara at leggja seg eftir at taka rogn. Tavan er áhugað í øllum rognum, leggur stjórin afturat.
Eins og við serligu væl lagraðu sildini surströmming, so halda serliga amerikanarar tað vera heilt løgið at eta ”fiskaegg” úr tupu:
Kalles Kaviar fekk rættiliga nógva umrøðu, og áhugin fyri vøruni í USA vaks eisini munandi, eftir at vælumtókti sjónleikarin, Alexander Skarsgård gjørdi reklamu fyri vøruni í einum talkshowi hjá Stephen Colbert:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald