Innanlands

Tax-Free dagur í miðbýnum í Havn

Leygardagin 27. oktober verður Tax-Free dagur

null

null

2018-10-22 19:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 27. oktober verður Tax-Free dagur í miðbýnum í Havn. 

Hendan dagin lata 40 handlar í miðbýnum í Havn avsláttur av vøru, ið samsvarar við Tax-Free, sum flestu okkara kenna aftur frá uttanlandsferðum.

Munurin er tó at við keypi yvir kr. 300,- verður avslátturin, sum er millum 12 og 18%, trektur frá uppruna upphæddini við kassan. Avsláttur verður ikki latin av bókum.

Eisini eru nøkur støð, ið ikki kunnu lata Tax-Free, men ístaðin hava góð tilboð hendan dagin. Tað eru: Kafé Kaspar, Hotel Hafnia og Apotekið í Steinatúni.

Leygardagin 27. oktober hava handlar í miðbýnum opið til kl. 18.00.

Handlarnir ið lata Tax-Free eru:

Akkuleya • Alvaró • Bob and Marilyn´s Suitcas • Change • Cosméto • Einar Mikkelsen • Einfalt List • Fljóðið • Fótbúni • Glimmur • Guðrun og Guðrun • Gunnvá • Hennara • H.N. Jacobsens Bókahandil • Hon+Hann • Hjá Kissa • Hjá Guðrun • Intersport • Jógvan Weihe • Kjallarin • Maria Poulsen Búnýti • Marjun Heimá • Myndlist • Niels L. Arge • Snældan • Skóhornið • Soul Made • Siri • Staðið • Trin 27 • Tutl • The Athlete´s Foot • Tógvhúsið • Touché • Ullvøruhúsið • Útilív • Valdemar Lützen • Vogue • Vøggan • Wrangler Shop

- Visit Tórshavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder