Mentan

Taylor Swift avlýst allar sínar konsertir í 2020

Hon var høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum, sum eisini er vorðin avlýstur – fleiri altjóða tónleikafestivalar og konsertferðir hjá stórum nøvnum eru eisini avlýstar

Taylor Swift (Savnsmynd)

Taylor Swift (Savnsmynd)

2020-04-18 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimskenda sangkvinnan Taylor Swift hevur avlýst allar konsertir sínar í ár orsakað av koronasmittuni, boðar hon frá á Twitter.

29 ára gamla heimsstjørnan skuldi havt verið høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum í Danmark, sum nú er vorðin avlýstur.

Sambært Ritzau, verða allar konsertirnar hjá henni, sum skuldu vera í ár, fluttar til næsta ár, og fáa tey, sum hava keypt atgongumerki til avlýstu konsertirnar, nýggj atgongumerki næsta ár.

Taylor Swift fær ikki stórar fíggjarligar trupulleikar av hesum avlýsingunum. Í fjør forvann hon nevniliga, sambært Forbes, 185 mió. dollarar (1,2 mia. í okkara krónum), og í 2018 forvann hon meira enn nakar annar kendur persónur í heiminum.

Onnur kend nøvn á altjóða tónleikapallinum, sum eisini hava avlýst allar sínar konsertir eru Justin Bieber og Niall Horan. Stórir tónleikafestivalar sum Coachella og Tomorrowland eru eisini avlýstir. Orsøkin er, at fleiri lond og stórbýir ikki loyva tiltøkum, sum savna stórar mannamúgvur.

Enn er eingin føroyskur festivalur vorðin avlýstur, men í vikuni segði Pál Weihe, yvirlækni, at hann helt tað vera ov tíðliga at hava nakran festival í Føroyum í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder