Innanlands

Team Rynkeby: 229.470 krónur til børnini

Í gjárkvøldið varð skipað fyri árligu gallaveitsluni hjá Team Rynkeby Føroyum, har innsavnað vórðu nærum 230.000 krónur

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

2026-03-01 09:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 28. februar skipaði Team Rynkeby Føroyar enne inaferð fyri gallaveitslu á Hotel Føroyum.

Tiltakið er skipað á tann hátt, at øll arbeiða sjálvboðið, eins og matur og drekka verður latið ókeypis, so at allur peningurin, sum kemur inn frá søluni av atgongumerkjum, fer til hjálpararbeiðið hjá Team Rynkeby Føroyar.

Gallaveitslan í gjár gav 229.470 krónur.

Innkomni peningurin fer óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking í hesum sjúkum.

– Vit takka øllum, sum gjørdu kvøldið so væl eydnað. Takk Hotel Føroyar fyri hølini, samskipararnar, kokkarnar og tænastufólkini. Takk til allar tónleikarar og undirhaldarar, borðstjóra og tykkum ið leiddu felagssangin, veitarar av mati og drykkjuvørum, og síðst men ikki minst - túsund takk øll tit, sum keyptu atgongumerki og hava sett hetta kvøldið av - uttan tykkum, eingin kekkur, skrivar Team Rynkeby Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder