Mentan

"Teen Beach Movie" sum sangleikur í Løkshøll

Í komandi viku fara næmingar í Tofta skúla og Skúlanum við Løkin at spæla leikin, sum byggir á kenda Disneyfilmin

2022-04-03 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku fara næmingar í 10. flokki í Tofta skúla og Skúlanum við Løkin at spæla leikin "Teen Beach Movie".

Leikurin verður sýndur í Løkshøll.

Leikurin er bygdur á kenda Disneyfilmin “Teen Beach Movie" frá 2013. Hann snýr seg um “surfarar” og ”bikarar”, ið halda til á einari strond.

[object Object]

Høvuðspersónarnir eru tvey ung, ið er góð við hvønnannan, men møta ymiskum forðingunum, sum tey ungu kenna seg aftur í. Størsti parturin av leikinum fer fram í einum øðrum heimi, har tey koma út fyri fleiri hendingum og møta ymiskum áhugaverdum fólkum.

Í “Teen Beach Movie” er nógvur góður sangur, tónleikur og dansur.

Almennar syningar verða týskvøldið 5. apríl, mikukvøldið 6. apríl og hóskvøldið 7. apríl. Allar sýningar eru klokkan 18.

Til ber at bíleggja pláss á loksholl.fo ella keypa atgongumerki við dyrnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder