Mentan

TeenStreet verður øðrvísi í ár

Orsakað av COVID-19 kann legan ikki haldast í Týsklandi í august sum ætlað, men legan verður ikki avlýst – í staðin verður hon flutt á netið

Føroyingar á TeenStreet í 2018 (Savnsmynd)

Føroyingar á TeenStreet í 2018 (Savnsmynd)

2020-04-18 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

TeenStreet summarlegan í Týsklandi, har nógvir føroyskir ungdómar luttaka á hvørjum ári, verður eitt sindur øðrvísi í ár.

Orsakað av COVID-19, ber ikki til at hava leguna, sum eftir ætlan skuldi vera í Oldenburg í døgunum 1. – 8. august 2020, sum ætlað. Týska stjórnin hevur nevniliga sett forboð fyri, at størri mannamúgvur kunnu savnast fram til 31. august.

Men hóast hetta, so verður TeenStreet ikki avlýst.

– TeenStreet 2020 verður, og meira spennandi enn áðrenn. Saman við einum nógv størri altjóða samfelagi og á alnótini alt árið. TeenStreet 2020 fer at sambinda teg bæði við Jesus og onnur, sum fylgjast við Jesusi frá øllum heminum og frá Føroyum.

– Vit arbeiða enn við smálutunum og kunnu ikki avdúka nógv enn, men vit lova, at í summar – líka sum hvørt ár – so verður tú kveikt/ur og eggjað/ur í tínum sambandi við Jesus. Vit gleða okkum at “síggja” teg á TeenStreet 2020, skrivar føroyska TeenStreet leiðslan.

Meira kunning kemur á Facebook, Instagram og heimasíðuna, so skjótt sum smálutirnir eru komnir uppá pláss, verður sagt.

TeenStreet er altjóða lega fyri tannáringar í aldrinum 13 til 17 ár, har høvuðsendamálið er, at tey ungu verða styrkt í kristnu trúnni og í felagsskapinum við onnur trúgvandi. Tað er missiónsfelagsskapurin OM, sum yvirskipað stendur aftanfyri TeenStreet

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder