Innanlands

Teir eldru bogararnir hugnaðu sær óført

Útvið 90 fólk møttu til hugnadagin hjá Sunda kommunu

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-05-13 19:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mikudagin 8. mai hevði Sunda kommuna bjóðað øllum borgarum 60 ár og eldri til ein hugnaligan dag í Eydnuni á Oyrarbakka.

Útvið 90 fólk møttu. Byrjað varð við gongutúri í Náttúrulundini við Streymin har Edmund Joensen greiddi frá. Síðani varð farið yvir í Eydnuna til morgunmat. 

Fleiri áhugaverdir gestir komu á gátt, millum annað kommunulæknarnir og presturin Henning Bøgesvang. At endað varð farið uppá gólv. Kommunan skrivar, at dagurin eydnaðist sera væl og at møguliga verður aftur ein tílíkur dagur komandi ár.

Fleiri myndir síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder