2022-12-30 13:42

Teistin hevur í morgun havt tekniskar trupuleikar, og tí hevur eingin sigling verið á sandoyarleiðini.
Kringvarpið veit at siga, at ein talva - ein transformari, er smeltað, og tí var ikki ráðiligt at sigla.
Arbeitt hevur verið við at loysa trupulleikan, og tað er nú eydnast.
Fyrsta fráferð skuldu vera av Gomlurætt klokkan 13:15, og siglt verður sambært ferðaætlanini restina av degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald