Innanlands

Teistin aftur í sigling

Seinnapartin fór Teistin fyrsta túrin um Skopunarfjørð í meira enn ein mánað. Ternan siglir seinnapartin aftur á nólsoyarleiðini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-02 13:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teistin er komin aftur úr dokk á Skála, og er byrjaður aftur á sandoyarleiðini.

Síðani 1. mai hevur Teistin verið í dokk á Skála. Ætlanin var, at meðan strandfaraskipið sum vanliga røkir Sandoyarleiðina var burtur, skuldi Ternan røkja siglingina.

Men síðani Teistin kom úr dokkini fyri nøkrum døgum síðani, hevur brek verið á einum frekvensumformara.

Brekið er nú rættað, og Teistin er byrjaður aftur á Sandoyarleiðini. Sostatt fer Ternan aftur í sigling millum Havnina og Nólsoy. Sambært ssl.fo verður fyrsti túrurin av Havnini kl. 14:15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder