Veðrið ávirkar nú eisini sjóvegis sambandið til Sandoynna. Heimasíðan hjá Strandferðsluni skrivar, at Teistin mátti avlýsa túrin av Gomlurætt kl. 8.10 vegna veður, og at tað er gjørt av at gevast við siglingini fyrrapartin.
Siglingin verður uppafturtikin klokkan 13.15, og Teistin gevst í kvøld eftir túrin klokkan 20 av Gomlurætt.
Eisini Ternan avlýsir seinastu túrarnar í kvøld, upplýsti ferðslusamskiparin hjá Strandferðsluni, Tóki Hartman Niclasen, fyri útvarpinum fyri løtu síðani.
So at siga allar Bygdaleiðirnar eru givnar fyri veður nú, men sambært ferðslusamskiparanum verður ein ætlan gjørd at gera nakrar túrar seinnapartin, so fólkini, sum eru flutt í morgun, sleppa heimaftur eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald