Innanlands

Teitur funnið kærleikan

Teitur Skoubo ger um seg í danska realityheiminum. Fríggjadagin fekk hann tveir heiðrar til Reality Awards 2020. Eisini hevur hann fingið damu

Tveir heiðrar til Teit á Reality Awards, og so avdúkaði hann eisini, at hann hevði funnið kærleikan (Mynd: Teiturskoubo / Instagram)

Tveir heiðrar til Teit á Reality Awards, og so avdúkaði hann eisini, at hann hevði funnið kærleikan (Mynd: Teiturskoubo / Instagram)

2020-01-13 22:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teitur Juliansson Skoubo, sum í fjør vann donsku realitysendingina Paradise Hotel ger nú aftur um seg í donskum miðlum.

Fríggjadagin var sonevnda Reality Awards, har heiðrar vóru latnir fyri mangt og hvat. Teitur var ikki farin framvið radaranum hjá dómsnevndini, og hann fekk ikki færri enn tveir heiðrar.

Teitur fekk heiðurin sum ársins stjørnuskot, og so gjørdust hann og vinmaðurin Jonass Jannec eisini ársins par.

[object Object](Mynd: Teiturskoubo / Instagram)

Fyri donskum miðlum avdúkaði Teitur Skoubo eisini, at hann hevur funnið kærleikan. Tað er runnið saman millum 24 ára gamla havnamannin og 23 ára gomlu Christel Trubka, sum eisini hevur verið við í Paradise Hotel fyri nøkrum árum síðani, kundi Teitur stoltur greiða frá.

Teitur Skoubo vann Paradise Hotel 2019. Umframt heiðurin sum vinnari, fór hann avstað við 300.000 krónum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder