Mentan

Teitur siglir millum skerini nú finalan nærkast

Paradise Hotel: Í fleiri umførum hevur verið roynt at tveitt føroyingin út, men enn hevur tað ikki eydnast

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-06-21 00:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teitur Skoubo úr Havn, sum í ár luttekur í realitysendingini Paradise Hotel á TV3, siglir millum skerini í sendingini. 36 partar av 48 pørtum eru vístir, so tað nærkast endanum hjá gestunum á marglætishotellinum í Meksiko.

Higartil hava teir tríggir Jonass, Thomas og Teitur staðið saman, og havt eitt - at síggja til - lætt spæl, men innanhýsis klandur millum teir tríggjar hevur gjørt støðuna hjá teimum verri, og aðrir spælarar halda seg framat.

Í síðstu viku var Teitur sera nær at vera útblakaður, og í vikuni fóru teir tríggir upp at toppast orsaka av, at tað bleiv logið so nógv í allar ættir. Hetta rakk hæddini í partinum, sum varð vístur í kvøld, tá Anne skuldi velja millum Teit og Thomas.

[object Object](Skíggjamynd: Viaplay)

Fyrr á degnum høvdu Anne og Teitur avtalað, at júst tað skuldi henda, og tað endaði eisini við, at hon valdi 23 ára gamla føroyingin framum Thomas.

Sostatt bleiv Teitur Skoubo aftur bjargaður, nú finalan fer at nærkast á Paradise Hotel, sum verður víst týskvøld, mikukvøld og hóskvøld á TV3.

Sendingarnar kunnu eisini síggjast á netinum á Viaplay.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder