Mentan

Teitur skuldi velja eina

Føroyingurin í Paradise Hotel sendi fyrsta luttakaran heim til Danmarkar

Lea til vinstru og Arbnora til høgru (Skíggjamynd: TV3)

Lea til vinstru og Arbnora til høgru (Skíggjamynd: TV3)

2019-04-04 13:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Paradise Hotel fór av bakkastokki í síðstu viku, og føroyski luttakarin, Teitur Skoubo, hevur gjørt nógv um seg higartil.

Áðrenn sendingina segði hann, at honum dámdi væl at fiska, men tað var eftir konufólki.

Og 23 ára gamli havnardrongurin er væl umtóktur í donsku realitysendingini, sum verður tikin upp í Meksiko, og skuldi í vikuni taka støðu til hvør, sum tann fyrsti, skuldi sendast til Danmarkar aftur.

Tí undir fyrstu sonevndu par-cerimoni, har partnarar skulu veljast, endaði Teitur við bæði Leu og Arbnoru undir sínari lið. Tað er bert lovyt at hava ein partnara, og tí fekk Teitur tann ivasama heiður at blaka fyrsta luttakaran heim.

Á hotellinum býta luttakararnir javnan seg upp í bólkar sum arbeiða saman. Fyri at prógva sítt virðið fyri bólkinum valdi Teitur at fylgja tí, sum hini í bólkinum søgdu, og valdi tí Leu til partnara. Hetta hóast hann ikki hevði nógv gott at bera henni.

- Eg haldi als ikki vit hava tað stuttligt saman. Vit tosa næstan ikki saman, sigur Teitur Skoubo í sendingini.

Hvussu leikur fer í Meksiko, og hvussu langt føroyingurin kemur, sæst mánadag til hósdag á TV3. Sendingin byrjar klokkan 21 føroyska tíð.

Eisini ber til at fylgja Teiti í “Mit Paradiso Liv” á Viafree, sum fylgir nøkrum av luttakarunum, sum fara frá at vera vanligur ungdómur til realitystjørnur.

Les eisini: Teitur um Paradise: Øgiliga strævið at halda loyniligt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder