2025-01-17 07:36

Fólk í Hvalba vera biðin um at ansa sær í morgun, tí ein tekja er farin á flog í bygdini.
Talan er um eina tekju, sum var klár at leggja á eini hús, og í nógva vindinum í morgun fór hon á flog.
Bjargingarliðið er í ferð við at bjarga tekjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald