
Í allan dag hevur Teistin ligið við ferjuleguna í Skopun orsakað av tekniskum trupulleikum, og óvist er, nær hann kann fara í sigling aftur. Arbeitt verður við at kanna brekið.
Teistin fær sum nú er ikki flutt seg frá ferjuleguni og tí ber ikki til at fáa eitt nú Ternuna at røkja siglingina um Skopunarfjørð. Bæði Erla Kongsdóttir og Jósup eru á beding, og kunnu tey tí heldur ikki setast í sigling fyri Teistan, skrivar Strandferðslan.
Um Teistin ikki verður tøkur til túrin klokkan 16.35 úr Skopun, siglir Sildberin hendan túrin. Væntandi verður eisini ein túrur gjørdur av Gomlurætt við Rescue Lív tá – tó bert við ferðafólki. Sildberin tekur 30 ferðafólk, og Rescue Lív 12 ferðafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald