
- Hevur tú nógva orku, og dámar tær væl at íðka ítrótt? Ert tú hugtikin av, hvussu kroppurin virkar, og dámar tær at mála blóðrensl og lungnakapasitet? So er ítróttar- og heilsuleiðin heilt sikkurt nakað fyri teg.
Soleiðis skrivar Tekniski Skúli á heimasíðu sínari í samband við, at TSK nú fer at bjóða eina nýggja útbúgvingarleið út.
Leiðin kallast ítróttar- og heilsuleið, og er serliga ætla teimum sum hava áhuga fyri ítrótti og heilsu.
- Ítróttar- og heilsuleiðin leggur dent á eina náttúruvísindaliga og dátukunnandi tilgongd til kropp og heilsu. Tann biotøkniliga tilgongdin er fyri teg, sum haraftrat vilt vita meira um kroppin og vilt hava eina verkliga og ástøðiliga tilgongd til kropp og heilsu.
Lestrarleiðin fevnir um Biotøkni á A-støði og Ítrótt á B-støði. Sambært skúlanum verður meira at frætta um útbúgvingarleiðina næstu dagarnar.
Myndir: tsk.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald