Innanlands

Tekniskir trupulleikar hjá Vimeo seinka hólmgonguni

Orsaka av tekniskum trupulleikum hjá Vimeo er hólmgongan, sum skuldi koma út í kvøld, ikki tøk enn

Magni Arge, Regin Winther Poulsen og Annika Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

Magni Arge, Regin Winther Poulsen og Annika Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-02 21:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Politiska hólmgongan sum eftir ætlan skuldi koma út í kvøld, er enn ikki tøk á Portalinum. Orsøkin er, at stroymingartænastan Vimeo, sum Portalurin brúkar, hevur tekniskar trupulleikar.

Sum skilst hava aðrar tænastur so sum Google og Snapchat eisini trupulleikar í kvøld. Hólmgongan verður løgd út so skjótt sum Vimeo riggar aftur.

Haldið okkum til góðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder