Innanlands

Teldusníkar royna aftur at lumpa føroyingar

Føroyingar á Facebook hava seinastu tíðina fingið boð frá einum vanga, sum líkist tí hjá einari føroyskari fyritøku um, at tey hava vunnið okkurt og skulu trýsta á eitt leinki, men talan er um svik

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-07-20 16:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hava teldusníkar roynt at lumpa føroyingar við følskum boðum á sosialu miðlunum.

Teldusníkarnir skriva til fólk á Facebook frá einum vanga, sum líkist tí hjá einari føroyskari fyritøku, og boðar teimum frá, at tey hava vunnið okkurt og skulu trýsta á eitt leinki.

Tað er ikki nakað nýtt, at føroyingar fáa boð frá teldusníkum - annaðhvørt umvegis sosialar miðlar, teldupost ella sms. Sum oftast hava hesi boðini verið á donskum ella íslendskum, men nú skriva teldusníkar eisini á føroyskum, og tá er kanska ikki líka lætt at síggja, at talan er um svik.

Ein fyritøka, sum er rakt av hesum, er Silvur.fo, sum selur silvur til føroysk klæðir og aðrar prýðislutir á netinum.

Silvur.fo hevur havt eina kapping á Facebook um eitt gávukort, og síðani hava nógvir kundar, sum hava viðmerkt á Facebook-siðu teirra, fingið boð um, at teir hava vunnið.


– Sera nógv fólk hava ringt og skrivað til okkum um, at tey hava fingið boð frá okkum, um at tey hava vunnið, og at tey skulu trýsta á eitt viðheft leinki. Tá tey gera tað, koma tey til eina síðu, har tey verða biðin um at inntasta gjaldskortsupplýsingar, siga tey hjá Silvur.fo.

Eftir, at følsku síðurnar eru blokeraðar, hava tær sent vinarumbønir til fólk og enn einaferð heitt á tey um at trýsta á leinkið, og Silvur.fo hevur nú tikið kappingina av Facebook.

Silvur.fo er ikki einasta fyritøkan, sum er rakt. Fólk, sum hava viðmerkt á Facebook-síðuni hjá m.a. Føroya Tele og festivalinum Tórsfest seinastu tíðina hava eisini fingið boð frá teldusníkum.

Ráðini til fólk eru, at tey skulu ikki trýsta á leinkið ella senda inn gjaldspplýsingar. Men um ein hevur upplýst gjaldskortsupplýsingar er best at sperra kortið beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder