Falskir teldupostar eru í umferð. Tað boða fleiri av føroysku bankunum frá í dag.
Í løtuni fáa fleiri føroyingar falskar teldupostar, har avsendarin stendur at vera Nets. Í teldupostinum verður tú biðin um at trýsta á eitt leinki, har persónligar upplýsingar skulu tøppast inn, skrivar Betri á heimasíðuni.
- Umráðandi er, at tú ikki svarar teldupostunum, og tú ikki fylgir leinkjunum í teldupostunum. Haraftrat mást tú ikki lata upplýsingar um kontu, kort, p-tal o.s.fr.
Vert er at minnast til, at hvørki Nets ella bankar av sær sjálvum biðja um kort ella kontuupplýsingar av í telduposti.
Um tú longu hevur latið upplýsingar, so er best at sperra kortið beinanvegin, ljóða ráðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald