Innanlands

Telefonforboð er ein misskiljing

Fólk gloyma tíð og stað tá tey sita við telefon, men telefonforboð í býarbussunum er ikki rætta loysnin, sigur Tórshavnar kommuna

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-08 20:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Telefonnýtsla er - sum er - ikki loyvd í býbussunum í Havn.

Um vikuskiftið á sosialum miðlum verið frammi, at fólk hava fingið átalu fyri at hava brúkt telefon í bussunum.

Men hetta er ein misskiling, og í morgin verða skeltini tikin burtur, sigur Fríður Dalsgarð við útvarpið. Hann er býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu, og sum varðar av bussleiðini. 

- Í Tórshavnar kommunu hava vit ikki nakað ynski um, at tað ikki er loyvi at brúka fartelefon í bussinum, og tí hava vit eisini givið Bussleiðini boð um at taka hesi skeltini niður.

Hann greiðir frá, at trupulleiki hevur verið, at fólk sum sita við telefon gloyma tíð og stað, og trýsta ikki á stop-knøttin í nóg góðari tíð. Tað hevur við sær, at bussførarin má steðga í úrtíð, og tað gongur út yvir reglusemi.

Fríður Dalsgarð sigur, at forboð ikki er rætti vegurin at fara, og hetta má loysast á annan hátt.

Sí eisini: Myndir: Her eru nýggju býbussarnir í Havn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder