2019-02-12 23:58
Bara 23 tingfólk vóru í tingsalinum, tá løgtingið í dag atkvøddi fyri umstrídda uppskotinum frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um varskógvaraskipan.
Uppskotið varð samtykt við triðju viðgerð við 12 fyri, og 11 ímóti.
- Varskógvaraskipanin hevur til endamáls at tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi o.a. í fyrisitingini, stendur at lesa í uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni.
Varskógvaraskipanin kemur í gildi 1. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald